Kærleikssangir eru ikki um forsetan

Franska forsetafrúan Carla Bruni kemur í næstum út við nýggjari fløgu

Hóast fleiri av sangunum á útgávuni snúgva seg um kærleika, so er tað ikki um franska forsetan Nicolas Sarkozy. So at siga allir sangirnir útgávuni eru skrivaðir, áðrenn Carla Bruni hitti Sarkozy. Tey bæði giftust í februar mánaði. Nýggja fløgan hjá Carla Bruni verður í sølubúðunum tann 21. juli.