Kærleiki, klipp og klæðir til kvinnur í Kollafirði

Góð ráð til kærleikslívið, nýggjasti hár- og klædnamótin og designarakjólar fyltu bygdarhúsið í Kollafirði við spentum kvinnum hóskvøldið. – Hetta verður endurtikið, siga fyriskipararnir

Kvinnukvøld

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo

Mynd: Jens Kristian Vang


Kollfjarða- og sundalagskvinnur komu kropp á kroppi, fyltar við góðum ráðum og stórum smíli, úr bygdarhúsinum í Kollafirði hóskvøldið.

Í seinastuni hava fleiri kvinnu- og mannfólkakvøld verið kring landið, har tey góðu ráðini til parlagið og til tann einstaka hava verið sett hægst á skránna. Og kollfirðingar vóru heldur ikki við sviðusoð í somáta.

Hóskvøldið skipaðu Gudny Magnussen og Maiken Hammer úr hárstovuni Klipp-it í Kollafirði, saman við modelldesignaranum Leilu av Reyni, fyri stórum kvinnukvøldi í bygdarhúsinum í Kollafirði.

Tá dyrnar fóru upp, streymaðu omanfyri 130 kvinnur inn, og skjótt vóru allir stólar tiknir. Hetta var bert fyri kvinnur. Mannfólkini kundu teljast á einari hond – allir í arbeiðsørindum.

Á skránni vóru mótaframsýningar við klippi frá Klipp-it, klæðum frá Friendtex og Brá, skóm frá Lissuni og designarakjólum frá Lailu av Reyni. Men hetta kvøldið var ikki bert fyri eygað. Eisini varð borðreitt við góðbitum til heilan og til búkmusklarnar, tá stylecoachurin Sunnva Thorsteinsson og kærleikscoachurin Marit Petersen Holm oystu av sær við góðum ráðum til klæðini og parlagið.

Fyrireikararnir vóru væl nøgdir við kvøldið, og kvinnurnar fóru glaðar avstað við nógvum góðum ráðum og nýggjum hugskotum í skjáttuni

– Vit eru ordiliga væl nøgdar. Hetta eydnaðist somikið væl, at hetta heilt sikkurt verður endurtikið, sigur Maiken Hammer, ið er ein av teimum trimum fyriskiparunum.