Kórkonsert og bólkar hittast á Eiði

Eiði: Komandi leygarkvøld verður Ítróttarhøllin á Eiði karmur um tvær rættiliga ymiskar konsertir ? ein konsert fyri kór og ein meiri traditionell gospelkonsert seinni sama kvøld.

Tann fyrra konsertin, ið byrjar kl. 19 verður ein sjáldsom blanding av góðum gospelkórum, tá fyrst Siloakórið, og síðani Vox og at enda United Voices fara at syngja.
Við hesa konsertina verður eisini felagssangur, har Eyðun á Lakjuni fer at spæla undir.
Seinni sama kvøld ? kl. 22:30 ? verður ein gospelkonsert, har fýra bólkar fara at spæla. Hesir bólkar eru MMM, Direct Level, Proclaim og Braquet.
Konsertin verður fyriskipað í samband við at ein bólkur av ungfólkum fer á missiónsferð til Kina í summar. Til hetta endamálið krevst sjálvandi peningur, og tí kunnu fólk stuðla hesum ungu, samstundis sum tey eru við til eina sera fjølbroytta konsert.