Kórkonsert á Glyvrum

Sunnukvøldið klokkan 20 hevur Kór Glyvra kirkju várkonsert í Glyvra kirkju. Kórið leggur fyri við at syngja nakrar sangir, ið hoyra várinum og summarinum til. Kvinnukór Glyvra krikju fer at framføra onkran sangin, og vokalbólkurin Vox Humana kemur eisini at taka lut á konsertini.
Kór glyvra kirkju endar konsertina við at framføra nakrar sakralar sangir og verk. Í sambdið við Mozart-árið endar konsertin við Ave verum coprus, ið fer at varðveita sín ljóma og sína tign í tónleikasøguni, so leingi sungið og spælt verður.
Konsertin verður í Glyvra kirkju nú sunnukvøldið, og verður byrjað klokkan 20. Hartil verða eisini konsertir í Haldórsvíkar og Viðareiðis kirkju tann 14. mai. Hesar konsertir verða hildnar ávíkavist klokkan 16 og 19.
Kórið telur 25 saangarar, og verða hesir stjórnaðir av Meinhardi Bjartalíð.