Ákærin krevur stranga revsing

Í morgun byrjaði eitt sakarmál móti einum ungum manni fyri brot á ferðslulógina, við 11. oktober 2011 við skilaleysari koyring at hava skatt seks barnagarðsbørn og komið fleiri øðrum í vanda. Ákærin krevur fongsulsdóm, frákenning av koyrikortinum og bót

Leo Poulsen

Sjálv høvuðsákæran varð býtt up í tvey forhold, har tað fyrra snúði seg um skilaleysa koyring, og hitt seinna snúði seg um skaðarnar, ið ungi bilførarin forvoldi.
Ungi maðurin hevði havt koyrikort í eina snøgga viku, tá hann um miðdagsleitið 18. oktober 2011 endaði í einum óhappi, sum kundi spælt munandi verri av.
Hann greiddi frá, at hann hendan morgunin var vaknaður um 10-tíðina og at hann síðani hevði sett seg at spæla okkurt telduspæl.
Á miðdegi kom eldri bróðurin heim ti døgurða, og tí vildi ákærdi maðurin nýta bilin, sum pápi teirra átti, til at avlevera ein forsterkara, sum hann hevði lánt frá einum vinmanni.
Ákærdi maðurin greiddi frá, at bilurin var illa sporaður, og hevði lyndi til at glíða út í svinginum, tá ferðin kom upp á 30-40 km/t.
Í rættinum segði hann seg ikki minnast serliga nógv frá hendingini, men í politirapportini stóð, at ungi maðurin hevði sagt seg koyra millum 60 og 70 km/t. Hetta váttaði maðurin seg síðani at hava sagt.
Hann var ikki klárur yvir, um hann sá barnagarðsflokkin áðrenn ella aftaná, at hann misti tamarhaldið á bilinum.
Hann átti onga frágreiðing um, hví óhappið hendi, men hann segði seg royna at fáa tamarhald á støðuni, men bilurin reageraði als ikki.
Koyrandi oman eftir Flatnarvegnum snarar vegurin nakað til vinstru út móti Vegnum Langa. Í hesum svinginum misti maðurin tamarhaldið á bilinum, sum snaraði runt og við bakendanum fremst fór yvir í hina síðuna av vegnum og rendi at enda inn í flokkin av barnagarðsbørnum.

Stuldur
Tað vísti seg at vera eitt sindur av ógreiði um, nær rættarfundurin skuldi byrjað. Á almenna listanum hjá Føroya Rætti skuldi fundurin byrja klokkan 9.15, men fleiri høvdu fingið at vita, at fundurin byrjaði klokkan 9.10, millum annað Linda Hesselberg, ákæri.
Tá klokkan varð vorðin hálvgum hendi tað óvanliga, at ákærdi maðurin noktaði fyri at svara spurningum. Tað førdi við sær, at verjin, Poul Hansen, fór í einarúm við klienti sínum, og tá teir báðir komu í rættarhølið aftur, setti ungi maðurin seg i vitnisstólin.
Uppi í hesum málinum vóru eisini tríggjar ákærur um stuldur av ymsum lutum úr tveimum bilum, umframt helaravirksemi. Tilsamans vóru ákærurnar býttar upp í fimm forhold.
Ákærdi maðurin játtaði seg sekan í fýra teirra, men noktaði fyri við »forsæt« at hava koyrt skilaleyst og harvið skaða børnini.
Avhoyringin var nakað teknisk, og grundleggjandi kann sigast, at ákærdi maðurin ikki mintist serliga nógv til sjálvt óhappið.
Hinvegin kundi hann játta seg sekan í teimum báðum ákærunumum stuldur og ákæruni um helarí.
Hann greiddi frá, at hann var farin inn í ein bil, sum stóð uttan fyri Reyni Service, men hann segði, at rúturin var brotin. Har hevði hann tikið nakrar lutir, eitt nú eitt tónleika anlegg.
Seinni hevði hann koyrt inni á økinum hjá Nordbil, og har hevði ein hurð staðið upp á glopp í einum bili, og har hevði hann eisini tikið eitt tónleika anlegg umframt aðrar lutir.
Í triðja lagi hevði hann fingið ymiskt frá einum vinmanni, sum hann helt stavaði frá einum innbroti í ein bil. Í øllum trimum førum var talan um lutir, sum kundu nýtast til hansara egna bil.
Rættarmálið heldur fram, men longu tá ákærurnar vórðu lisnar upp gjørdi ákærin greitt, at hon fer at krevja treytaleysa fongsulsrevsing, frádøming av koytikortinum og eina bót.


Bilurin pløddi inn í eina røð av barnagarðsbørnum, og tað var næstan eitt undur, at eingin doyði
Mynd: Álvur Haraldsen