Ingolf S. Olsen
Politisk semja er um at gera ein tunnil av Sundi á Streymoynni og inn á Skálafjørðin við rundkoyring undir havsins botni, so at tunnilin kemur upp bæði eystaru og vestaru megin fjørðin.
Tað er tað, sum stendur í lógaruppskotinum í sambandi við breiðu semjuna, ið kom undir land fyri umleið einari viku síðani, og sum varð almannakunngjørd á tíðindafundi í Miðlahúsinum mikudagin.
Allir flokkar taka undir við semjuni, men Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, fyrrverandi innlendismálaráðharri, óttast tó, at størsti og dýrasti parturin av verkætlanini, Skálafjarðartunnilin, fer at verða skeiklaður og minkaður, so tað kanska endar við einum píningi, sum bara kemur upp á vestara armi – á Strondum – á Skálafjørðinum. Ella í ringasta føri, at øll verkætlanin bara verður løgd til viks.
Nýggjar metingar
Tað var Kári P. Højgaard, ið við síni kollsigldu privatu verkætlan fyri einum Eysturoyartunli, rysti politisku skipanina so harðliga, at tað knappliga bar til at finna eina semju um eina almenna loysn, hóast tað ikki hevði borið til bara at nærkast eini breiðari semju um hvørki privata ella almenna loysn tey 12-13 árini, Skálafjarðartunnilin hevur rikist í politisku skipanini.
Frá sínum samráðingum í sambandi við privatu ætlanina kennir hann tølini, og tað eru nýggju tølini í lógaruppskotinum, sum skjótt kemur í Løgtingið, ið fáa hann at óttast.
Tað sum undrar hann mest er, at Landsverk hevur broytt kostnaðarmetingina, sum nú liggur til grund fyri lógaruppskotinum, í mun til tey tølini, ið roknað verður við í Samferðsluætlanini 2012 – 2024.
Har verður roknað við, at Sandoyartunnilin fer at kosta 800 milliónir krónur og Eysturoyartunnilin 1130 milliónir krónur (1,13 milliardir krónur), men í framløguni hjá Landsverk á tíðindafundinum mikudagin varð Skálafjarðartunnilin knappliga vorðin 125 milliónir krónur bíligari og Sandoyartunnilin 65 milliónir krónur dýrari.
Teinurin styttist
Tá Kári P. Højgaard á framløgufundinum í Miðlahúsinum bað Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverk, um ein frágreiðing upp á, hví Skálafjarðartunnilin nú varð mettur at kosta so nógv minni, var svarið, at linjuføringin var stytt í mun til hana, ið roknað varð við í Samferðsluætlanini.
- Tað fái eg stak illa at passa, tí Samferðsluætlanin sigur eisini, at ein undirsjóvartunnil kostar 80.000 krónur meturin. Um 125 milliónir krónur eru spardar á tí kontuni, má tað merkja, at tunnilin nú verður slakar 1600 metrar styttri enn í Samferðsluætlanini, men mær vitandi hava oyggjarnar ikki flutt seg tað stóra hesar seinastu mánaðirnar, sigur Kári P. Højgaard.
Hann óttast, at Landsverk ongantíð hevur ætlað, at tunnilsloysnin, sum semja er gjørd um, skal fremjast í verki.
Eystari armur ikki við
- Eg eri stórliga bangin fyri, at teir fara at hála onkra av teirra egnu, gomlu linjuføringum fram aftur, tá tað vísir seg, at kostnaðarmetingin av hesaru er alt ov lág. Og tað eru linjuføringar uttan rundkoyring, sum bara hava eina uppkomu í Eysturoynni, og tað er á Strondum, sigur Kári P. Højgaard.
Hann byggir millum annað sín ótta á, at dagføring av atknýttum vegastrekkjum á eystara armi á Skálafjørðinum og kostnaðurin av teimum als ikki er tikið upp á tungu í viðmerkingunum frá Landsverk til lógaruppskotið, meðan aðrar ferðsluverkætlanir, ið ikki hava beinleiðis samband við Skálafjarðartunnilin verða nevndar.
Í langtíðarløguætlanini og í ”Á rættari kós”, sum er heitið á Búskaparfrágreiðing 1 fyri 2012 hjá Fíggjarmálaráðnum stóðu til dømis 25 milliónir krónur, sum skuldu brúkast til veg omanfyri Søldarfjørð. Men tá landstýrismaðurin í fíggjarmálum bar fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 í Løgtingið 1. oktober í fjør, var øll henda upphæddin strikað.
Tað vóru annars ikki hissini tøl, Kári P. Højgaard fekk frá Landsverki, tá hann í fjør vár skuldi svara einum fyrispurningi í Løgtinginum um, hvat atknýttu vegagerðirnar og vegadagføringarnar í sambandi við Skálafjarðartunnilin fóru at kosta. Tá bleiv sagt, at atknýttu verkætlaninar fóru at kosta umleið 600 milliónir krónur, og stórur partur var til vegagerð á eystara armi á Skálafjørðinum.
- Men ongin av teimum verkætlanunum á eystara armi á Skálafjørðinum og omanfyri Gøturnar, sum standa í tí svarinum frá Landsverki, eru nevndar í viðmerkingunum til nýggja tunnils-lógaruppskotið. Harafturímóti standa allar tær stóru vega- og tunnilsætlanirnar kring landið, sum Landsverk annars mælir til í Samferðsluætlanini 2012-2024 í viðmerkingunum til lógaruppskotið, staðfestir Kári P. Højgaard.
CIP metti hægri
Hann sigur, at kostnaðarmetingarnar hjá CIP, sum vóru gjørdar við støði í forkanningunum, sum MT Højgaard hevði staðið fyri, søgdu, at prísurin fyri Skálafjarðartunnilin við rundkoyring og uppkomu báðu megin fjørðin helst fór at kosta 1,2 – 1,4 milliardir krónur.
- CIP boðaði frá, at teir eisini fóru at góðtaka ein prís á 1,5 milliardir krónur, men at tað var ivasamt, um verkætlanin kundi fremjast, um prísurin bleiv hægri enn tað. Teir roknaðu altso við nógv størri upphæddum, enn Landsverk ger í sínum nýggju metingum, staðfestir fyrrverandi innlendismálaráðharrin.
Hann samanber eisini kostnaðarmetingina við ein spildurnýggjan undirsjóvartunnil í Noregi, Karmøytunnilin, ið er nærum meinlíkur ætlaða Skálafjarðartunlinum. Karmøytunnilin varð tikin í nýtslu 5. september í fjør – sama dag sum løgmaður gav Kára P. Højgaard durafjórðingin í Innlendismálaráðnum – og kostaði runt roknað tvær milliardir norskar krónur, tað er umleið 1,85 milliardir í okkara krónum.
- Tann tunnilin er samanlagt 8,9 kilometrar langur og hevur ein sonevndan tunnilsprofil á 11,5. Skálafjarðartunnilin verður samanlagt 11 kilometrar og fær tunnilsprofilin 14, so eg skilji ikki, hvussu nakar kann rokna við, at vit klára at gera okkara tunnil so nógv bíligari, sigur Kári P. Højgaard.
- Vónandi er mín ótti ógrundaður, so vit fáa henda tunnilin, sum upprunaliga var ætlaður, tá stig fyrstu ferð varð tikið til eina privata verkætlan í 2002. Dettur tunnilsætlanin niðurfyri nú, vænti eg, at tunnilspsykosan hasar av, og tá verður seinur dagur, áðrenn nakar aftur torir at taka hetta málið fram, sigur hann.