Kári á Rógvi, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur tveir dagar á rað boða frá, at hann tekur áður løgd uppskot aftur. Í gjár var talan um eitt uppskot um at taka av verklagslógina um Tunlar norður um fjall aftur, og í dag tekur hann tvey onnur framløgd uppskot aftur.
Uppskotið um at broyta tingskipanina verður tikið aftur og um hesa avgerð sigur Kári á Rógvi millum annað:
»Løgtingsformaðurin hevur eftir stýrisskipanini hægstu tign landsins og eftir lóg um samsýning landsstýrismanna somu løn sum løgmaður. Tann, ið býður seg fram sum parlamentsformann má megna at stjórna skrivstovu tingsins uttan millumleiðslu.
Nevndin heldur, at tað hevði verið skilagott, um formansskapurin endurskoðar tær orðingarnar í tingskipanini §§ 20-22. Nevndin er av teirri áskoðan, at yvirskriftin ?Stjóri Løgtingsins? skuldi verið broytt til at eita ?Umsiting tingsins.?«
Eisini uppskotið um at skriva út val verður tikið aftur við millum øðrum hesu grundgeving:
»Tingmálið um at skriva út val hevur samband við tingmál 140/2009 um stjórnarskipan Føroya. Tíbetur er nú staðfest, at Føroya Løgting viðurkennir, at Føroya Fólk og sjálvsavgerðarrættur tess eru hægstu rættarkeldur í Føroyum.
Nú má so alment orðaskifti takast um innihaldið í hesum skjali. Tíverri náa tingfólk ikki at viðgera stjórnarskipanina til fulnar í hesi tingsetu. Uppskotið má tí leggjast fram av nýggjum á ólavssøku«.