Í samband vid Mentanarnáttina í Havn, fer Kári Svensson at hava eina listaframsýning i Østrøm og í morgin - hósdagin 31. mai frá klokkan 16 til 18 - verður fernisering.
Framsýningin verður eisini opin á sjálvari mentanarnáttini í morgin, fríggjadagin 1. juni frá klokkan 14 til 23.
Kári Svensson, sum er føddur í 1954, er ein av kendu føroysku listamálarunum, og hann er eisini ein sera virkin listamaður.
Longu sum tannáringur hevði hann sína fyrstu framsýning, og síðan hevur hann ferðast víða við sínari list.
Listamaðurin hevur eitt nú sýnt fram í Norðulondum, Baltisku londunum, Hálandi og í so fjarskotnum støðum sum í Singapore og New York.









