MVG-Málið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Friður er enn ikki við málinum um MVGið av skrásetingargjaldinum, sum TAKS heintaði inn uttan at heimildin var til staðar.
Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins, Kári á Rógvi, vísir í lesarabrævi í bløðunum í dag á, at »var nakað skil á í landinum, so boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at hann hevði góðkent, at hetta var prinsippmál vert at føra – og tá ið endaliga niðurstøðan fyrilá fingu øll somu viðferð«.
Kári á Rógvi, sum, umframt at vera løgtingsmaður, eisini er doktari í løgfrøði, vísir á, at tað stendur í fyrningarlógini, at tú kanst vera í »utilregnelig Uvidenhed om sit Krav« - tað vil siga ikki vita av, at onkur skyldar tær pengar – og at tá eigur fyrning ikki at roknast, fyrrenn tú »ved sædvanlig Agtpaagivenhed vilde have været i Stand til at kræve sit Krav betalt.
- Palliba hevur ringt við at taka dagar ímillum heimildir hjá landinum og eigur tí at fáa longri boð. Í hesum førinum haldi eg tað hevði verið rímiligt at sagt, at í fyrsta lagi á heysti í 2006, tá Skatta- og avgjaldskærunevndin kom við sínum fyrsta úrskuri, var Palleba við, sigur Kári á Rógvi, løgtingsmaður, sum heldur, at eisini átti at verið nóg mikið at kært heldur enn at stevnt.
Borgarin má ikki svíða
Kári á Rógvi heldur, at landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum eigur at koma upp í málið nú.
- Eg ásanni, at partvíst er tað lógarverkið, sum er trupulleikin í hesum málinum, við fyrningarfreist og øðrum. Men tað kann borgarin ikki svíða fyri. Tað stendur í bæði Grundlógini og í Stýrisskipanarlógini, at tað skulu vera bæði lógarheimild og fíggjarlig heimild, áðrenn landið kann taka skatt ella avgjøld inn. Tað var tað ikki í hesum førinum, og tað er ikki í lagi, bara tí tað er nóg nógv, sum hava sviðið, og tí bara tað er nóg langtsíðani. Her átti landsstýrismaðurin at verið komin upp í málið. Jóannes Eidesgaard eigur at taka málið um tulkingina av fyrninginini upp í landsrættinum, og fingið staðfest, hvørja siðvenju vit skulu fylgja. Serliga er tað hasin spurningurin við, nær Palliba verður varðugur við, at hann hevur verið fyri órætti. Landið eigur at ganga á odda innan fyrisitingarsið, staðfestir Kári á Rógvi.
Kári á Rógvi vísir á at ein trupulleiki er, at teir, sum hava ført málið ikki hava fyri neyðini at leggja serliga stóran dent á fyrningarspurningin, tí hjá teimum er fyrningin útsett í teirri løtu, málið er tikið upp í rættinum.
Sjálvstýrisløgtingsmaðurin sigur eisini, at ger fíggjarmálaráðharrin einki í hesum máli, so eigur Løgmaður at gera okkurt, og ger hann einki, so eigur Løgtingið at byrja at spæla upp á sínar træðrir, fyri at fáa avklárað hetta málið, hvør tað verður gjøgnum landsstýrismálanevndina ella gjøgnum eitt misálit ella okkurt heilt annað.
Ómoralskt
- Tað eru bæði moralsk og rættarlig atlit at taka til í málinum, sigur Kári á Rógvi.
Moralski spurningurin í hesum málinum er, hvørt tað er rætt at landið liggur inni við einum tali millum 100 og 120 milliónum krónum, sum eru kravdir inn uttan at nøkur heimild var fyri at heinta peningin inn, og sum fella til tað almenna, tí at Palleba ikki visti av, at honum var gjørdur nakar órættur, og tá hann gjørdist varugur við tað, var fallin fyri fyrningarfreistini í einari lóg, sum fyllir 102 ár í ár.
- Tað ber heldur ikki til, at støddin á upphæddini kann avgerða, hvønn veg rættarskipanin koppar. Um tað til dømis var okkurt meira óvanligt enn bilar, eitt nú kranar ella líknandi, sum bara nakrir fáir høvdu keypt í tíðarskeiðinum, so hevði verið skjótt avgreitt, men tá talan er um túsundatals fólk og hundraðtals milliónir, so ber tað ikki til, og boygnar rættarskipanin undan upphæddini, sigur Kári á Rógvi.
Skitin takling
Kári á Rógvi fýlist á, at tað í Føroyum er vorðin meir ella minni vanligt at taka til skitin kneb og at gera skitnar taklingar fyri at sleppa undan at viðganga eitt mistak.
- Ein stórur spurningur í hesum málinum er, hvussu tryggja vit at rættindini hjá borgaranum eru vird. Vit skulu ikki brúka skitin kneb fyri at sleppa undan at virða rættindini hjá borgaranum og drýggja nakað óneyðuga nógv, sigur Kári á Rógvi.
- TAKS skal sjálvandi í serstøkum førum at hava rætt til at kæra avgerðir hjá hægra myndugleikanum, í hesum førinum Skatta- og avgjaldskærunevndini , men eg haldi at tað eigur at vera ein skylda, tá TAKS fer víðari við málinum, at syrgja fyri at tað gongur skjótt fyri seg, at suspendera fyrningarfreistir, og um neyðugt seta vanligar mannagongdir til viks fyri at tryggja eina skjóta avgreiðslu av málinum, sigur Kári á Rógvi.