Tað kom sum ein hvøkkur á øll í valhøllini í kringvarpinum, at Kári á Rógvi small um og noyddist á sjúkrahúsið.
Hann hevði tó vit og kundi tosa, so tað er eftir øllum at døma í einari fyribyrgjandi handling, at Kári á Rógvi er farin á sjúkrahúsið.
Rúna Sivertsen sigur við Portalin, at tey harmast um støðuna og vóna, at hann verður frískur aftur sum skjótast.
Kristianna Winther Poulsen umboðar Sjálvstýrisflokkin til formansrunduna.