Sjálvstýrisflokkurin stillar sjey fólk upp til fólkatingsvalið. Starvsnevnd floksins hevur gjøt tilmæli um lista, og verður hann samtyktur á fundi hjá landsnevndini í morgin, so verða tey sjey valevnini hesi:
Dávur í Dali lesandi
Jan. A. Joensen KT-maður
Jóanes N. Dalsgaard fulltrúi
Kári á Rógvi løgtingsmaður
Karl A. Olsen borgarstjóri
Kristianna Winther Poulsen ráðgevi
Teitur Vágadal lesandi
Opið stríð hevur seinastu tíðina verið millum Kára á Rógvi og Kára P. Højgaard. Um tað er orsøkin til, at Kári P. Højgaard ikki er á listanum, er ikki greitt enn. Men tað er merkisvert, at báðir tingmenn floksins ikki teljast millum valevnini, sum starvsnevnd floksins hevur skotið upp.










