Í ár hevur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hildið jól á Lollandi. Hann og konan hava havt vitjan av børnunum, sum búgva uttanlands, saman við makum og teirra børnum.
- Vit eiga seks børn, og hini trý eru heima í Føroyum. Jólaaftan høvdu vit dunnu og rísalamang, 1. jóladag kolottusteik, og 2. jóladag høvdu vit fleskasteik. Eg keypi vanliga bara ta einu jólagávuna, og síðan klárar konan restina.
Løgtingsmaðurin sigur, at veðrið í Danmark var hampiligt um jólini - og ikki sum í Føroyum, har ódnir herjaðu og gjørdu feigdina um seg kring um landið.
- Eg vil gjarna nýta høvi at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár - við tøkk fyri tað brátt farna, sigur Kári P. Højgaard.