Tað gjørdist yrkjarin, tónaskaldið, gittarleikarin og sangarin Kári P., sum fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2009. Fyri løtu síðani handaði Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, Kára P stórfingnu mentanarvirðislønina á samkomu í Listaskálanum
Í grundgevingini varð millum annað sagt:
- Í 40 ár hevur Kári P. skapað og givið okkum listarlig virði á høgum stigi. Við beinraknum, einføldum, djúpum og fjølbroyttum yrkingum hevur hann meira enn nakar annar rúnarbundið okkum við mangan speisomu, hittinorðaðu og kenslubornu sangum sínum. Hann hevur gjørt okkum bilsin og hugsanarsom og hevur provokerað og glett okkum við tekstum, løgum og framførslum, ið eru vorðin ogn Føroya fólks.
- Allastaðni fram við ringvegnum hómast í vælferðarvísunum eitt stórt álvarsemi og ein gjøgnumførd listarlig ætlan, og mann kann ikki annað enn taka undir við skaldinum, tá ið tað syngur: ?hóast verðin er lítil er mín heimspeki stór?.