Í sambandi við stóru um- og útbyggingina í SMS hevur nýggi bóka- og pappírshandilin Rit & Rák sæð dagsins ljós. Handilin er ein samanrenning av Grifflinum hjá Kára Justinussen og Bókasøluni hjá Kára Árting í SMS.
Rit & Rák er ein stórur handil upp á 320 fermetrar og er harvið helvtina størri enn Grifflinum og Bókasølan vóru tilsamans.
Handilin er bygdur upp eftir sama konsepti sum donsku handlarnir í Bog & Ide-ketuni. Eisini er ætlanin at geva út 5-6 katalog um árið sum verða send í hvørt hús.
Eigararnir av Rit & Rák siga, at nýggi handilin gevur teimum størri og betri møguleikar, vøruúrvalið er størri, arbeiðsgongdin verður meira effektiv, og nú fæst alt á einum stað.