Hjá fótbóltsfjepparum er hetta sum jólaaftan hjá børnum. Nú er niðurteljingin um at vera liðug. Síðsta lúkan er opin, og klokkan 15 verður fyrsta bríkslið í ársins landskapping í fótbólti.
Fyrstir at bríksla vera Kári J. á Høvdanum og Eiler Rasmussen. Felags fyri teir báðar er, at vegurin verður ikki so langur til arbeiðis.
Kári J. á Høvdanum býr í Gøtu og skal døma í Runavík, har TB verður gestur hjá NSÍ.
Eiler Rasmussen býr á Argjum og skal døma í Gundadali, har EB/Streymur verður gestur hjá HB.
Í gjár var forsøgnin hjá DMI, at tað seinnapartin í dag fór at vera upp í 15 metrar um sekundið.
Høgættin er góð sunnanfyri og rakar meinari norðanfyri.
Men nú sær tað út til, at vindurin verður ikki so nógvur, at tað av álvara fer at órógva.
Sambært yr.no vera tað upp í 8 metrar um sekundið í Klaksvík, tá ið KÍ og B36 bresta saman klokkan 17, og tað verður eitt hitastig.
Forsøgnin sigur, at tað vera upp í 11 metrar um sekundið í Havn klokkan 15, og á Argjum verður vindferðin 11 metrar um sekundið klokkan 19 í kvøld.
Á Skálafjørðinum verður vindferðin upp í 9 metrar um sekundið seinnapartin.
KÍ – B36: Alex Troleis kl. 17.00
NSÍ – TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Skála – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 16.00
HB – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
AB – Víkingur: Johan Hendrik Ellefsen kl. 19.00