Kvinnurnar hjá Neistanum hava longu fingið nýggjan, eftir at Sigrun Mikkelsen hevði takkað fyri seg, og tað framvegis var ógreitt, um Kári Durhuus skuldi halda fram í starvinum. Nú verður Kári loystur av av einum øðrum Kára. Nevniliga Kára Horn, sum í fjør stóð á odda fyri kvinnuliðnum hjá VB.
Kári Horn er 35 ára gamal og uppvaksin í júst Neistanum. Áðrenn hann undan farna kappingarári skifti til VB, hevði hann verið ungdómsvenjari í Neistanum í fimm ár.
Tað, at hann nú er vorðin venjari hjá besta kvinnuliði felagsins, er ein dreymur, men ikki nakað, hann hevði væntað.
- Eg hevði ikki roknað við at tað skuldi verða longu nú, men tað, at tey velja meg, taki eg sum eitt stórt herðaklapp, sigur Kári Horn.
Kvinnurnar hjá Neistanum gjørdust um vikuskiftið føroyameistarar annað árið á rað, og verður tað tískil ein tungur arvur at lyfta eftir venjarunum Birgir Hansen, Sigrun Mikkelsen og Kára Durhuus. Hann hevur tó ein greiðan málsetning um, at Neistin skal vinna alt komandi kappingarár.
Sáttmálin ímillum Neistan og Kára Horn er í fyrstu syftu galdandi fyri komandi kappingarár.