Kári hjálpir Varðanum at byggja út á Tvøroyri

Kári P. Højggard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, sum fer at gera tað lættari hjá Varðanum Pelagic at sleppa at byggja frystigoymlsuna á Tvøroyri út.

Í

hesum sambandi hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um, at í serligum føri, skulu allar freistir í sambandi við at broyta byggisamtyktir styttast niður í eina viku.

Samstundis skulu kærur ikki hava steðgandi virknað

Sum støðan er nú, er tað ein langrøkin tilgongd at broyta byggisamtyktir.

Broytingarnar skulu liggja frammi í tríggjar vikur, men so er ein hoyringsfreist upp á seks vikur.

Nú vil Kári P. Højgaard hava Løgtingið at samtykkja, at í heilt serligum føri, har landsins virði eru í váða, kann ein kommuna søkja landsstýrið um at stytta framløgufreistina niður í eina viku og somuleiðis skal hoyringsfreistin styttast niður í eina viku.

Kári P. Højgaard dylir ikki fyri, at tað er støðan, sum Varðin Pelagic og Tvøroyrar Kommuna eru komin í, í sambandi við ætlaðu útbyggingina, har keihylurin skal fyllast út og frytstigoymsla byggjast á stykkinum.

Hann sigur, at í hesum sambandi fara stór virði fyri skeytið av tí at arbeiðsgongdin hjá Varðanum er tarnað og tað vil politiska skipanin ikki góðtaka.

- Hetta er eitt mál, allur borgarar í landinum vita um og tí er spurningurin um tað er rímiligt, at hoyringsfreistirnar skulu vera so drúgvar.

Tað verður sostatt eisini biðið um at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kann avgreiðast so skjótt sum gjørligt í Løgtinginum.

Verður tað samtykt, kann Tvøroyrar kommuna søkja landsstýrið um at fáa freistirnar styttar og verður umsóknin gingin á møti, er slóðað fyri, at Varðin sleppur í gongd við útbyggingina munandi skjótari enn annars.

So er spurningurin um sjálva friðingina eftir, men tað er eitt mál, Bjørn Kalsø umsitur.