Skal vallógin takast upp aftur til viðgerðar, so at Føroyar kanska aftur verða fleiri valdømi, má og skal fólkaatkvøða vera um málið. Skal vallógin takast upp aftur til viðgerðar, so at Føroyar kanska aftur verða fleiri valdømi, má og skal fólkaatkvøða vera um málið.
Tað heldur Kári P. Højgard, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins.
Tað var Sjálvstýrisflokkurin, sum skeyt upp at gera Føroyar til eitt valdømi, men teirra uppskot varð felt, áðrenn Edmund Joensen, sum tá var løgtingsformaður, legði uppskotið fram aftur og fekk tað samtykt.
Men hann ávarar samstundis ímóti politiskum solospæli í málinum.
- Eg eri er sannførdur um, at skal tað yvirhøvur eydnast at finna semju um eina fólkaatkvøðu, verður neyðugt at finna so breiða semju sum gjørligt í Løgtinginum, tí annars hevur málið ongan møguleika, sigur hann.
Hann sigur, at tí er tað neyðugt, at tinglimir úr øllum flokkum tosa saman fyri at fáa eina semju um nakað sum helst.
-Tað er neyðugt at finna eina tvørpolitiska semju, sum kann leggjast til fólkaatkvøðu, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað er neyðugt at hetta verður gjørt virðiligt og tí mugu løgtingslimir taka sær tað tíð, ið krevst, fyri at gera sær greitt, hvat fólkið skal spyrjast um og um aðrar broytingar samstundis skulu gerast í útrokningarhátti og øðrum.
Men undir øllum umstøðum heldur hann ikki, at tað kann ikki verða talan um at broyta vallógina aftur, fyrrenn eftir eitt løgtingsval.
- Vit broyttu vallógina beint upp undir seinasta løgtingsval og tað kann ikki koma upp á tala at broyta hana so seint í valskeiðnum, sum talan er um nú.
- Broytingin seinast varð ikki nóg væl umhugsað og vit eiga ikki at endurtaka mistakið, sigur Kári P. Højgaard.
Sjálvstýrisflokkurin vil framvegis varðveita landið sum eitt valdømi, men Kári P. Højgaard leggur dent á, at hetta hevur onki at gera við tað, at Sjálvstýrisflokkurin ikki fekk manna lista í øllum valdømum og at atkvøður hjá flokkinum tí fara fyri skeyti, tá ið landið er býtt sundur í valdømi.
- Men tað er ódemokratiskt, at veljarin ikki frítt sleppur at velja ímillum tað, sum er at velja, sigur hann.
Men er úrslitið av eini fólkaatkvøðu greitt frammanundan, tí nógv flestu veljarar búgva í Havn og tað eru miðstaðarfólk, sum eru heitastu talsfólk fyri einum valdømi. Tað ber ikki til at býta fólkaræðið sundur upp á handan mátan, tí borgarar í miðstaðarøkinum eru líka nógv verdir sum aðrir føroyingar, sigur Kári P. Højgaard.