Kári Dal Christiansen 40 ár

Í dag verður Kári Dal Christiansen í Havn 40 ár.

Kári er havnarmaður, hóast hann dvaldist í Keypmannahavn fyrstu árini, tá famljan búði har, so er hann uppvaksin í Havn ? í Tórfinsgøtu. Hann er sonur Sunnvá, ið var dóttir Biritu og Edvard Lindenskov í Havn og Terja, sum var sonur Rosu og Sofus Dal Christiansen í Havn. Sunnvá arbeiðir í Gamla Bókhandli, Terji var skipari, men arbeiddi seinnu árini á skrivstovuni hjá Baccalao í Havn. Hann doyði í november í 2000.
Kári er sjómaður, og tað hevur hann verið størsta partin av lívinum. At hugurin stóð til sjógvin, sást tíðliga, tí skúlan hevði hann ikki hug til. Sum heilt ungur gekk hann tó á Háskúla í Havn, og hann arbeiddi eisini eitt skifti hjá byggifelagnum hjá Finn í Puntabyrgi og eitt skifti sum málari, áðrenn hann sum rættuliga ungur fór til skips ? á rækjuveiðu við Sólborg hjá Ejler Jacobsen. Hann var á kokkaskúla í Klaksvík og fór aftur til skips ? tá sum kokkur við Ljósafelli.
Seinni fór Kári til Danmarkar. Har fór hann so aftur í skúla, og fekk har tann skúla, hann ikki hevði hug til á yngru árum. Men hugurin stóð kortini til sjóvgin, og hann fekk kjans hjá DFDS á rutuni millum Keypmannahavn og Oslo, har hann var eina tíð.
Í dag er Kári við Brimli, sum í hesum døgum liggur svínabudnin inni á Skála. Men tá hann er í landi gongur hann sum sjálvlesandi á sjómansskúlanum ? og málið er at blíva skipari.
Kári eigur sonin, Rógva, sum verður 10 í næsta mánaði. Hann býr saman við Rúnu Antoniussen, sum er sjúkrarøktarafrøðingur. Tey búgva í Hoyvík.