Tað prutlar og kókar í Gundadali, har B36 og KÍ spæla um, hvør skal vera føroyameistari í fótbólti.
Tað er hálvleikur, og KÍ er á FM kós. Tá ið tíggju minuttir vóru farnir, var KÍ frammanfyri 2-0, og tað er hálvleiksstøðan.
Páll A. Klettskarð stútaði til 1-0, og Semir Hadzibulic økti til 2-0. KÍ hevur havt fleiri stórar møguleikar at økja um leiðsluna, og B36 hevur fleiri ferðir bjargað á strikuni.
Uppgávan hjá B36 verjanum Jákupi á Borg er stór, nú teir leggja ráð um, hvussu tað skal farast fram í seinna hálvleiki.
Tað er sannlíkt, at onkur skifting verður gjørd, eitt nú at Lukasz Cieslewicz verður skiftur inn. Størsta avbjóðingin hjá Jákup er at fáa s+inar menn at vísa betri hugburð og at renna og stríðast meiri, enn teir hava gjørt í fyrra hálvleiki.
Tað ber til at fylgja við her










