KÍ realistiskan møguleika klára teir Tiblisi

Hesum kunnu B36 og KÍ møta í seiansta undanumfarinum

 

Lutakastið til playoff-umfarið í EL hevur verið í dag. Skuldi undrið hent, og B36 komu víðari frá CSKA, verður mótstandarin helst Basel úr Schweiz, sum skulu spæla móti Anorthosis av Cypros.

KÍ vórðu aftur heppnir. Vinna teir á Dinamo Tiblisi, skulu teir á útivølli antin møta Sheriff Tiraspol úr Moldova, ella Dundalk úr írlandi.

Her ber til at lesa meira hjá Uefa:

https://www.uefa.com/uefaeuropaleague/news/0260-1038ce015f68-dae5f827f104-1000--uefa-europa-league-play-off-round-draw/