Í apríl 2010 meldaði Djóraverndarfelagið Petur Karl av Rana, bónda í Øravík fyri djórapínslu, og politiið tók málið upp.
Eitt lamb hjá bóndanum var komið fyri ein bil. Bóndin fekk onga fráboðan, men onkur, sum hevði koyrt fram við ringdi til Petur Karl avRana og segði, at okkurt var galið við lambinum.
Tað vísti seg, at annað frambeinið á lambinum var brotið og tað brotna hekk í eini slintru av skinni. Hann kappaði beinið av og læt lambið ganga hjá ærini.
Í rættinum fríggjadagin váttaði Petur Karl av Rana, at hann hevði gjørt hetta. Hann visti, at aðrir høvdu gjørt tað sama, tí tað var ikki gott fyri ærina at missa lambið.
Lambið var nakrar dagar gamalt, tá ið óhappið hendi.
Bíðaði við at drepa
Politiið bað mannin um at drepa lambið, men tað gjørdi hann ikki beinanvegin, men bíðaði til dagin eftir, tá ið politiið aftur tosaði við hann.
Petur Karl av Rana vildi ikki drepa lambið beinanvegin, tí hann vónaði at finna eitt annað lamb til ærina og so drepa skadda lambið og taka skinnið á tí fyri at fáa ærina at taka hitt lambið til sín.
Men hetta var so tíðliga, at lembingin ikki rættiliga var byrjað, so hann fann tí einki tvílemulamb.
Petur Karl av Rana svaraði ikki greitt upp spurningin, um lambið hevði pínst. Hann ivaðist, tí lambið hoppaði og rann. Djóralæknarnir hildu nakað annað.
Landsdjóralæknin hevur úttalað seg um málið, men verjin hjá bónanum helt tað vera óseriøst, tí Landsdjóralæknin hevði ongantíð sæð lambið. Verjin kravdi tí ein annan óvildugan og royndan djóralækna førdan sum vitni, og hansara uppskot var at kalla Jústines Olsen inn sum vitni.
Málið útsett
Hetta ynski hevði við sær, at málið ikki takast upp til dóms fríggjadagin.
Bóndin er ikki bara ákærdur fyri djórapínslu. Hann er eisini ákærdur fyri msrøkt av kríatúrum.
Landsdjóralæknin hevði í 2009 fingið fráboðan um misrøkt í fjósinum hja bóndanum, sum ein dag tí fekk vitjan av landsdjóralækna, djóralækna, fólki frá Búnaðarstovuni og politi.
Bóndin segði, at hann í 1995 fekk tilboð um at flyta í hetta fjósið, sum var rímiliga nýtt og stóð tómt.
Ikki tespiligt
Frágreiðingin var ikki tespilig.
Har stóð, at fleiri av mjólkneytunum vóru kaldarak, og eitt tjúkt lag av mykju lá um at fjósið. Neytini vóru køstaskitin, og beinini vóru brend av landi, tí einki turt stað var í fjósinum til neytini at leggja seg á.
Drekkivatnið hjá teimum 35 mjólkneytunum og kálvunum var skitið, og rør stungu út og kundu skatt neytini.
Petur Karl av Rana greiddi í rættinum frá, at fjósið hevði verið rakt av óhappum. Bæði pumpa og traktorur gingu fyri, og tað tók fleiri dagar at fáa eykalutir úr Týsklandi. Hann kundi havt biðið um hjálp norðaneftir til at pumpa tøðini burtur, men tað kostaði so nógv.
Ringt skil
Árið eftir var nýggj eftirlitsvitjan í fjósinum. Tá vóru nakrar ábøtur gjørdar, men tað var ikki nóg gott, segði eftirlitið, sum segði nøkur viðurskifti vóru blivin verri.
Neytini vóru merkt av grovari røkt, mykja fleyt eftir gólvunum, nøkur fingu ikki nóg mikið at eta, og hol var á onkrum bási.
- Tá tók eg avgerðina um at gevast og tøma fjósið. Tað hekk ikki saman fíggjarliga hjá mær, segði bóndin, sum eisini alla tíðina kendi tað sum, at onkur andaði seg í nakkan.
Mjólkarkvotuna seldi hann.
Petur Karl av Rana vísti aftur, at neytini vóru rak. Tað prógvaði hann við at siga, at væl gekst at selja tey, tá ið hann gavst.
Nú stendur fjósið tømt. Ein maður var áhugaður at taka yvir, men hesin fekk ikki fígging.
Ákærdi bóndin heldur fram við sínum stóra seyðahaldi.