Fimm mans eru nú ákærdir fyri neyðtøku og annan kynsligan ágang á føroyska kvinnu í samband við ein jólafrokost í Fredriksberg.
Í hesum málinum vóru annars 11 mans skuldsettir fyri neyðtøku, men ákæruvaldið hevur ikki enn avgjørt, hvat skal henda við teimum seinastu seks monnunum. Henda avgerð verður ikki tikin fyrr enn málið er liðugt. Væntað verður, at eini 16 vitni verða avhoyrd, og fer rættarmálið at varða eini fýra dagar í rættinum í Fredriksberg










