Í sambandi við eitt stórt rúsevnismál í Føroya Rætti, sum meiri stendur at lesa um aðrastaðnis á síðuni, var ein ungur maður, sum sjálvur er dømdur fyri brot á lógina um rúsevnir, og vitnaði í rættinum í gjár. Vitnisfrágreiðingin gjørdist drúgv, og hon endaði við, at maðurin ákærdi løgregluna fyri skjalafalsan.
Undirskrift á frágreiðingini
Ein løgreglumaður, sum sjálvur hevði avhoyrt vitnið, greiddi í rættinum frá avhoyringini, og hann kendi eisini frágreiðingina aftur.
Eftir at løgreglumaðurin hevði vitnað, var tað ungi maðurin, ið skuldi vitna, og hann kendi ikki frágreiðingina aftur, sjálvt um hansara undirskrift stóð á pappírinum, sum frágreiðingin var skrivað á.
Í frágreiðingini stóð, at vitnið hevði sagt løgregluni, at hann hevði keypt fimm ecstacytablettir frá ákærda, sum aftur fyri fekk tveytúsund krónur, og hetta er maðurin eisini dømdur fyri. Men í rættinum í gjár vildi vitni verða við, at hann undir avhoyring hevði greitt frá, at ecstacytablettirnar vóru eitt slag av trygd, sum hann hevði fingið fyri pengar, ið hann hevði lænt ákærda.
Tí skuldsetti vitnið løgregluna fyri at hava falsað frágreiðingina, og hann fór enntá so langt, at hann nevndi navnið á einum ávísum løgreglumanni, ið hann hevði undir illgruna fyri at hava falsað frágreiðingina.
Ákærin, Linda Hesselberg, vísti vitninum frágreiðingina og spurdi, um tað ikki var hansara undirskrift, ið stóð á hvørjum einstakum pappíri, sum frágreiðingin var skrivað á. Vitnið kendi undirskriftina aftur, men hann segði samstundis, at hann hevði so nógvar undirskriftir, og hann helst fast í, at talan var um skjalafalsan.
Kann revsast
Bæði ákærin og dómarin greiddu vitninum frá, at um hann rætti falsar skuldsetingar móti løgregluni og løgreglufólki, kann hann revsast fyri hetta við hefti í fleiri mánaðar. Tað skilti vitnið eisini, men hann helst fast í ákærum sínum.
Síðani spurdi ákærin, um vitnið vildi geva loyvi til, at serfrøðingar frá løgregluni kundu eftirkanna undirskriftina á frágreiðina og samanbera hana við onnur skjøl, ið vitnið hevði undirskrivað, og hetta gav vitnið loyvi til.
Tí fór vitnið, tá ið hann var liðugur í rættinum, saman við tveimum løgreglumonnum til húsa, har teir fingu ymisk skjøl við undirskriftini hjá honum, ið kunnu nýtast til eftirkanningina.
Málið verður nú eftirkannað, og um ákæruvaldið kann prógva, at frágreiðingin ikki er falsað, verður vitnið væntandi skuldsett fyri falskar skuldsetingar móti løgregluni.










