Kæra um manglandi lóg

At gera politiskar viðmerkingar nú um dagarnar kann tykjast meira ella minni høpisleyst. Flestu okkara hava fyribils politiskt vaml og hava mesta hugin at stinga høvdið niður í eina spann so skjótt vit hoyra nakað sum helst, ið ber brá av fiskidøgum, uppbrotnum skrivstovum og líknandi

Men samstundis er hetta ein vandamikil støða fyri okkum at vera komin í. Tí, ikki fyri at leggja nøkrum tað til, so er tað júst nú, ið onkur snildur politiskur telvari kundi forert bæði landsjørð og hvønn einasta stert burtur í ævigar tíðir. Alt meðan vit standa við høvdinum niðri í spannini.

Tí fari eg heldur halda meg til tað harkaliðið, ið eftir førimuni roynir at fylgja við, og loyvi mær at gera nakrar vælmeintar viðmerkingar um nýggja samgonguskjalið. Í hesum føri brúkaramál.

Heilt neyvt sigur samgonguskjalið um brúkaramál, at “Rættindi hjá brúkarum skulu styrkjast við lógardagføringum og nýggjum lógarásetingum.” og “Til tess at tryggja rættindi borgaranna verða nýggj keypilóg, lóg um fastognarkeyp og meklaravirksemi samtykt.” So er tað sagt. So skuldi ikki verið meira at kravt. Men kortini.

Samgongan hevur sett sær tvey sera týdningarmikil mál fyri. Dagføring av keypilógini og Lóg um fastognarkeyp. Men tað týdningarmesta málið er onkursvegna gloymt burtur, og er ikki sloppið upp í part. Nevnliga Lóg um kærunevnd.

Hóast rættindi okkara sum brúkarar ikki kunnu sammetast við tey í restini av Evropu, eru tey ikki heilt eingi. Men hóast vit t.d. sambært keypilógini hava rætt, er als ikki víst, at vit fáa rætt. Handilsmaðurin ella kvinnan kann bara siga kortanei, og biðja okkum renna og hoppa. Tá hava vit ikki annað til at taka enn at fara so nakkalong til hús. Ella fara til sakførara at biðja hann ella hana um at hjálpa okkum at stevna. Hetta seinna man mangan vera dekan ov ógvusligt, tá talan mangan er um vøru, ið, hóast dýr, kostar líti og einki í mun til ein sakføraratíma.

Við Lóg um kærunevnd høvdu vit brúkarar fingið eitt stað at fara við okkara ónøgd. Eitt stað, ið skjótt og bindandi kundi avgreitt ósemjur millum seljara og keypara.

Tí er Lóg um kærunevnd eftir mínum tykki tann lógin, ið vit fyrst av øllum eiga at fara í holt við. Men tað merkir ikki, at Lóg um fastognarkeyp og dagføring av Keypilógini einans skulu gerast viðfáningar í framtíðar brúkarapolitikkinum. Hesar hava so sanniliga eisini týdning.

Við ynskjum um eitt gott og gevandi samgonguskeið fyri brúkaran.