Andstøðan í Løgtinginum, Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin, hava nú kært samgonguna fyri landsstýrismálanevndini fyri at hava brotið stýrisskipanarlógina.
- Vit mótmæla staðiliga, at samgongan fremur lógarbrot við at samtykkja lóg, ið er greitt brot á Stýrisskipanarlógina, siga teir tríggir flokkarnir.
- Vit mótmæla hartil teirri vantandi virðing, sum løgmaður, landsstýrið og samgongan sýna fólkavalda Løgtinginum og arbeiði tess.
Tað, sum tey sipa til, er, at samgongan hevur samtykt eitt løgtingsmál, sum hevur landsstýrismannum einsamøllum heimild til at prístalsregulera skattastigan.
- Higartil hevur aldargomul siðvenja og Stýrisskipan Føroya tryggjað, at ongin skattur kann áleggjast fólki, uttan at hetta verður gjørt við lóg í Løgtinginum.
Tað, sum nú er hent, broytir hesa grundleggjandi støðuna.
- Hetta er púra greitt brot á Stýrisskipanarlógina, soleiðis, sum allir løgfrøðingar, sum hava ráðgivið fíggjarnevnd Løgtingsins, eisini eru samdir um.
Teir tríggir andstøðuflokkarnir staðfesta, at prístalsviðgerðin fer at ávirka inntøkur landsins munandi.
Kortini hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt nakra lýsing ella meting av fíggjarligu avleiðingunum, og kennir Løgtingið tí ikki hesar.
- Hóast hetta er stórt álvarsmál, vístu landsins stjórn og samgongan fullkomna líkasælu og arrogansu í viðgerðini av málinum í Løgtinginum í dag.
- Tey luttóku stórt sæð ikki í orðaskiftinum, eins og løgmaður og landsstýrismaðurin ikki vóru hjástaddir.
Samgongan hevur samtykt málið, men tað skal hava eina viðgerð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt
- Andstøðuflokkarnir vilja staðiliga mæla samgongutingfólkum til at fella uppskotið við, so at lógarbrot og óbótaligur skaði ikki verður framdur á ábyrgdarbýtið millum útinnandi og lóggevandi valdið í Føroyum.
Tey siga, at av tí at talan er um so stórt brot á stýrisskipan okkara, er málið kært til landsstýrismálanevndina