ÚTLAND:
? Myndugleikarnir hava hert ta etnisku útreinskanina, uttan at nakar leggur tað til merkis, sigur Tatiana Kasatkina í russiaka mannarættindafelagsskapinum Memorial. Hon vil vera við, at fleiri fólk eru horvin í Kekenia síðani tann 11. september.
Tatiana Kasatkina kom við upplýsingunum undir einum orðaskifti um Kekenia, sum Evroparáðið hevur skipaði fyri í Strasbourg mánadagin og týsdagin. Aðrir russiskir mannarættindafelagsskapir, sum vóru á ráðstevnuni, tóku undir við henni.
Men russiski umboðsmaðurin fyri syðra part av Kekenia, Nikolai Britvin, vísti ákærunum aftur.
? Moskva hevur ávarað ímóti islamskum yvirgangi í fleiri ár, uttan at nakar hevur lurtað eftir okkum, segði hann.
Russland sendi hermenn til Kekenia í oktober í 1999, og russisku myndugleikarnir hava alla tíðina sagt, at hernaðarliga átakið er vent ímóti muslimskum yvirgangsmonnum, sum ætla at skipa eitt muslimskt ríki í Kaukasus.
(Fartekst)










