Ákæra prest fyri fólkamorð

Myndugleikarnir í afrikanska landinum Rwanda hava ákært ein katólskan prest fyri at hava medvirkað til fólkamorðið har í 1994.
Tann 60 ára gamli presturin, Guy Theunis, sum er ættaður úr Belgia, er tann fyrsti útlendingurin, sum er ákærdur í sambandi við fólkamorðið. Sorgarleikurin var, tá hutuar lupu á tutsiar, og eftir stuttari tíð kostaði fólkamorðið umleið 800.000 mannalív.
Belgiski uttanríkisráðharrin, Karel de Gucht, segði um vikuskiftið, at hann er skelkaður av tíðindunum úr Rwanda. Stjórnin í Bruxelles hevur fingið boð um, at Guy Theunis er tikin og settur í varðhald, og hon bíðar nú eftir einari frágreiðing um handtøkuna, skrivar Reuters.