Kýpros valdi evruna

Stjórin í grikska partinum av Kýpros hevur nú søkt ES-nevndina um loyvi at brúka felags evropeiska gjaldoyrað, evruna. Ætlanin hjá stjórnini er, at evran verður alment gjaldoyra í januar næsta ár, men fyrst skulu ES-nevndin og Evropeiski Miðbankin kanna, um grikski parturin av Kýpros lýkur treytirnar fyri at sleppa at brúka evruna. Tað er bara tann grikski parturin av Kýpros, sum er limur í ES. Tann turkiski er uttanfyri.