KÍ-profilur hevur longt

Jóannes Bjartalíð verður verandi í barndómsfelagnum.

Jóannes Bjartalíð verður verandi í barndómsfelagnum, KÍ, har hann hevur longt um sáttmálan við tveimum árum. Tað skrivar KÍ á heimasíðuni í kvøld.

23 ára gamli framrættaði leikarin er toppskjútti hjá KÍ hetta kappingarárið við 12 málum. Tað er næstflest í deildini aftanfyri Klæmint A. Olsen, ið hevur skotið 19.

Jóannes Bjartalíð spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini 1. mars 2015, og síðani tá er tað blivið til 53 mál í 122 dystum.