KÍ og NSÍ bresta saman aftur

Løgmanssteypið: Í trimum av átta dystum í fyrsta umfari verður talan um uppgerð millum tvey lið í bestu deildini

Í kvøld varð lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í undanumfarinum og fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.

Lutakastið lagaði seg soleiðis, at tað í trimum dystum í fyrsta umfari verður talan um innanhýsis uppgerðir millum lið í bestu deildini.

Í fjør fall KÍ í fyrsta umfari í steypakappingini á heimavølli ímóti HB eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. HB vann brotssparkskappingina í Klaksvík og endaði við at vinna løgmanssteypið.

Í kvøld lagaði lutakastið seg soleiðis, at KÍ í fyrsta umfari skal spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Hesi bæði liðini hittust í Klaksvík í øðrum umfari í landskappingini, og tá vann heimaliðið 2-0.

Hinir dystirnir millum lið í bestu deildini eru B68 – EB/Streymur og TB-HB.

 

5. apríl – undanumfar

Royn – FC Hoyvík

MB – Undrið FF

 

18. apríl – 1. umfar

B68 – EB/Streymur

B36 – AB

TB – HB

KÍ – NSÍ

07 Vestur – Vinnari Royn/FC Hoyvík

B71 – Vinnari MB/Undrið FF

ÍF – FC Suðuroy

Víkingur - Skála