Fótbóltur
Tann, sum hevði roknað við, at talan í ár fór at gerast um stórar broytingar í føroyskum kvinnufótbólti, hevur so ikki fingið rætt higartil.
Tvey umfør eru nú leikt av kvinnukappingini, og longu nú tykist greitt, at oddurin fer at verða tann sami. KÍ og B36 eru liðini, sum skulu stríðast um gullið, og spurningurin er so, um KÍ fyri sættu ferð á rað skal megna at taka gullmerkini.
Hetta umfarið hevði KÍ vitjan av AB, og har gjørdist talan ikki um stórvegis spenning. Úrslitið av dystinum varð 7-0 til KÍ, sum í steðginum var á odda 2-0.
B36 vitjaði í Sandavági, og heldur ikki her var nakar ivi um úrslitið. B36 var í steðginum á odda 2-1, og endaliga úrslitið gjørdist 5-1 til gestirnar.
Seinasti dysturin var á Eiði, har GÍ var á vitjan. Her eydnaðist gestunum at vinna tepran 4-3 sigur, eftir at tær í hálvleikinum høvdu verið á odda 2-0.
Úrslitini
KÍ-AB7-0 (2-0)
FS Vágar-B361-5 (1-2)
EB/Streymur-GÍ3-4 (0-2)










