KÍ og AB nærkast finaluni

Útlitini fyri, at ársins finala í steypakappingini hjá kvinnum verður millum KÍ og AB, eru góð.

Tove Sólheyg og Rannvá Andreassen syrgdu í Klaksvík fyri, at KÍ vann við 2-0 á Víkingi. Gestirnir høvdu møguleikar at fáa týdningarmikla málið á útivølli, men Randi Wardum í málinum syrgdi fyri, at klaksvíkskvinnur hava frálíkt útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni.

AB vann greitt á útivølli móti felagsliðnum 07 Vestur/MB. Úrslitið gjørdist 6-1. Mona Breckmann skeyt tvey mál, og Elin Katrina Thomsen, Barbara Dungá, Olga Kristina Hansen skutu hvør sítt. Tað seinasta var sjálvmál.