Gunnar á Steig setti ivaleyst met sunnudagin. Og KÍ málverjin er neyvan serliga fegin um metið. Jens Petur Brattalíð hevði akkurát bríkslað fyrstu ferð, tá Eirikur Joensen fór aftaná langari sending. KÍ málverjin kendi seg noyddan at leypa út, og tá hann í kroystari støðu vardi uttanfyri brotsteigin, var einki annað at gera hjá dómaranum enn at toga reyða kortið úr lummanum.
Klaksvíkingar høvdu bara ein málverja við til Sumbiar. Tí var neyðugt hjá Fríðini Ziskason, sum hesa ferð hevði fingið møguleikan í miðverjuni, at fara í málverjubúnan. Útvísingin hevði við sær, at Tomislav Sivic noyddist at broyta liðið. Niclas Niclassen fór í miðverjuna, Harley Bertholdsen fór aftur á vongverjan, og so spældi KÍ 4?3?2 í 88 minuttir.
Í fyrsta álopinum eftir útvísingina skoraði Eirikur Joensen, og so kundi hugsast, at heimaliðið fór at seta seg á dystin. Men soleiðis gekk tað ikki. Tað var skjótt, at tað sást, at tyngdin í spælarunum hjá KÍ var størri, klaksvíkingarnir fingu tak á, og hóast talan ongantíð var um flótandi fótbóltsspæl, so var eingin ivi um, hvør fór at vinna.
Sumbingar tóktust eitt sindur ørkymlaðir av støðuni. Eirikur Joensen sá reytt stutt undan steðginum, tí hann hevði sagt ov nógv, og so var spurningurin í 2. hálvleiki bara, hvussu stórur sigurin hjá KÍ fór at vera.
Ove Nysted javnaði upp á langskot í besta Kurt Mørkøre stíli, Heðin á Lakjuni, sum fleiri ferðir rann frá verjuni, skoraði tvey mál ? annað upp á eitt fínt langskot ? og tá Jan Joensen og Marek Vierzbicki øktu til 4?1 og 5?1, hevði Rógvi Jacobsen báðu ferðirnar drigið til baklinjuna og spælt út frá.
Í 2. hálvleiki komu Jógvan á Lakjuni og Símun Waag Høgnesen inn á KÍ liðið.
Sumbingar høvdu Eigil Olsen, sum áður hevur spælt í yngru deildunum hjá HB, í málinum. Og so var tað merkisvert, at veteranurin Marlon Kjærbo aftur hjálpir barndómsfelagnum. Hann spældi við TB í fjør.
Í 2. hálvleiki setti Sumba tríggjar nýggjar menn inn. Teir vóru Bergur Vinther, Heini Vestergaard og René Thomsen. Eftir 79 minuttir minkaði Bibi um munin. Hann gjørdi nyttu av returinum frá Fríðini Ziskason, sum hevði hálvbjargað roynd frá Heina Vestergaard
Sumba: Eigil Olsen ? Trygvi Nielsen, Marlon Kjærbo, Páll Magnar Kjærbæk, Spasojé Biberdzic, Mortan úr Hørg ? Nikola Biberdzic, Hallur Dam Joensen, Hans Jákup Thomsen, Eirikur Joensen ? Birgir Jørgensen
KÍ: Gunnar á Steig ? Niclas Niclassen, Fríðin Ziskason, Jan Andreasen, John Ryan ? Marek Vierzbicki, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen ? Harley Bertholdsen, Ove Nysted, Heðin á Lakjuni
jh










