20-ára gamla Randi Wardum, ið byrjaði at spæla fótbólt við HB, skifti fyri fýra árum síðani HB-búnan út við KÍ-búnan. Og ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið strálandi hjá henni og KÍ. Eftir 4 árum hevur hon vunnið sær heili 4 Føroyameistaraheiti, 4 luttøkur í kappingum fyri meistaralið og vunnið sær pláss á landsliðnum.
Í gjárkvøldið gjørdist eisini greitt, at íslendska felagið Valur vil hava Randi til royndarvenjing.
- Hetta tykist ganga øðiliga skjótt fyri seg. Venjarin gav mær boðini fyrradagin og eg skal longu avstað seinnapartin í dag, fortelur Randi. Hon leggur afturat, at hon væntar ikki at hon orduliga skilur, hvat tað er sum fyriferst, fyrr enn hon stendur mitt í tí.
Randi fer til Íslands í dag og kemur heim aftur mánakvøldið.
Valur er íslendskur meistari, og í summar var liðið við í UEFA Cup kappingini fyri kvinnur, sum varð spæld í Føroyum. Her munnu tær helst hava fingið eyga á KÍ-málverjan.
Válur setti seg fyrst í samband við KÍ, áðrenn tey sluppu at tosa við Randi sjálva.
- Fyri ein fótbóltsleikara vil tað altíð vera meiri spennandi at sleppa at royna seg úti í Europa, og var hetta nokk størsta orsøkin til, at eg skifti felag á sinni, greiður Randi frá.