Kálvur Lítli á eplafestival í Trøðum

Í samband við eplafestivalin hava Annika Waag og Johan Mortensen designað eina nýggja øl til borðhaldið.

Í samband við eplafestivalin, sum verður í Trøðum á Sandi leygardagin, hava Annika Waag og Johan Mortensen designað eina nýggja øl til borðhaldið, sum verður á festivalinum.

 

Ølin, sum er dimm á liti, er bryggjað við ymiskum urtum heiman av Sandi. Annika Waag og Johan Mortensen halda, at ølin smakkar væl og "matchar" væl við matarskránna, sum er nýflett og stokt lambskjøt.

 

Tað verður kendi kokkurin, Gutti Winther, sum fer at matgera og borðrreiða í Trøðum leygardagin.

 

Navnið á ølini er Kálvur Lítli, sum man vera ein hin kendasti sandingurin gjøgnum tíðirnar. Tað er frálíki listamaðurin, Archibald Black, sum hevur teknað Kálv Lítla, sum er á øl-etikettini.

 

Ætlanin við ølini er, at hon - umframt smakkin - eisini skal varpa ljós á allar tær urtir, sum vit hava í okkara náttúru og sum kunnu brúkast til øl og aðrar framleiðslur.