KÍ kvinnurnar skulu til Kekkia

Umframt at fyrireika seg til steypafinalu, landskapping og Europa Cup arbeiða KÍ kvinnurnar fyri at fáa í hvussu so er 200 túsund krónur til vega

KÍ eigur besta kvinnufótbóltsliðið í Føroyum. Tað vísa tølini, og eingin ivast í tí. Í fjør vunnu tær FM heitið, men tær kiksaðu, tá tær vóru favorittar í steypafinaluni ólavsøkudag.
Í hesum døgum fyrireika KÍ kvinnurnar seg til avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman. Ein er, at tær ólavsøkudag aftur skulu spæla steypafinalu. Aftur hesa ferð verður HB mótstøðuliðið. Ein onnur er landskappingin, sum Kí er á odda í. Og so er tað Europa Cup luttøkan, sum KÍ í fjør stóð seg hampuliga væl í, og sum tær síðst í september aftur fara at taka lut í.
Týsdagin var tað greitt, hvørji mótstøðuliðini hjá KÍ verða í Europa Cup. KÍ er komið í bólk saman við Umeå úr Svøríki, AC Sparta Praha úr Kekkia og TKSK Visa úr Talinn í Estlandi. Undan lutakastinum var avrátt, at dystirnir í bólkinum, sum AC Sparta Praha kom í, skulu spælast í kekkiska høvuðsstaðnum.

Møguleika ímóti estiska liðnum
Umeå er eitt av bestu kvinnuliðunum í Europa. Í Europa Cup kappingini í fjør, sum var tann fyrsta yvirhøvur, rukku svensku kvinnurnar finaluna, har tær taptu 2?0 ímóti týska 1. FFC Frankfurt. Í hálvfinaluni vann Umeå 3?1 ímóti HJK Helsinki. KÍ var í bólkaspælinum m. a. saman við finska liðnum.
? Kekkiska liðið var eisini í fjør í bólki saman við Umeå. Úrslitið var 1?0 til svenska liðið. Tað boðar frá, at kekkiska liðið er sera gott. Estiska liðið kenna vit lítið ella rættari einki til. Tær vóru ikki við í kappingini í fjør. Tí vórðu tær undan lutakastinum flokkaðar lægri enn vit. Kanska fara vit at hava møguleika ímóti teimum. Men royndirnar siga okkum, at føroysk lið skulu altíð hava stóra virðing fyri mótstøðuliðunum í altjóða fótbólti.
Hetta sigur Jón Harald Poulsen. Eftir at tað fyrr í summar var nakað av turbolensi kring venjarastarvið í Klaksvík hevur royndi maðurin tikið við aftur. Í summar var stuttur steðgur frá venjingini ? kortini møttu einar tíggju hvørja ferð til sjálvbodna venjing ? men nú er miðvísa venjingin byrjað aftur. Tær eru sekstan hvørja ferð.
Liðið hevur næstan somu manning sum í fjør. Ragnhild Aas er ikki við, og Kristina Lervig hevur ikki verið við undan summarsteðginum. Nú er skaðin, sum hon hevur havt, burtur, og í Klaksvík rokna tey við, at hon fer at spæla eftir summarfrítíðina. Jóhanna Niclasen hevur verið málverji í ár. Í fjør vóru Vivi Andreasen og Anna Müller Jacobsen málverjar.

Fíggja sjálvar ferðina
Tá KÍ kvinnurnar í fjør luttóku í Europa Cup undankappingarbólkaspæli í Finnlandi, fíggjaðu tær sjálvar ferðina. Mótsatt tá mannfólkini spæla í Europa Cup, so rindar UEFA einki til luttakandi feløgini.
? Í fjør megnaði kvinnuliðið hjá KÍ at fáa 230 krónur í inntøkum. Málið í ár er 200 túsund, sigur Jón Harald Poulsen.
KÍ kvinnurnar hava longu havt fleiri mattombola, og tær hava havt fleiri tiltøk, tá KÍ hevur spælt heimadystir. Í hesum døgum fyrireika KÍ kvinnurnar eina neytamykjukapping. Tá vit frættu var ikki heilt greitt, nær hon verður, men tað var greitt, at tær fara at hava køkutombola á Statoil støðini í Klaksvík eina ferð seinnapartin í hesi vikuni.
? At tað er neyðugt hjá kvinnuliðnum at brúka nógva tíð og orku at fáa fígging til Europa Cup luttøkuna gongur sjálvandi eitt sindur út yvir venjingina, men tað er ikki nógv. Tað er heilt ótrúligt, so eldhugaðar og virknar tær eru ? bæði á vøllinum og tá tøk skulu takast fyri at fáa pengar til vega, heldur Jón Harald Poulsen, venjari hjá KÍ kvinnunum.

Søgan og framtíðin
Europa Cup søgan hjá føoyskum kvinnufótbólti og hjá europeiskum kvinnufótbólti yvirhøvur er bara eitt ára gomul. Frá 3. og til 7. oktober í fjør var KÍ í Helsingfors í Finnlandi, har tær spældu tríggjar dystir. Tann fyrsti var ímóti eysturríkska Landhaus, og tá eydnaðist tað KÍ at vinna 2?1. Rannvá B. Andreasen skoraði bæði KÍ málini. Í næsta dystinum tapti KÍ 4?0 ímóti HJK Helsinki, og í síðsta dystinum tapti KÍ 4?0 ímóti Torres úr Italia.
Tá lutur týsdagin varð kastaður um, hvussu liðini skuldu flokkast í átta bólkar við fýra liðum í hvørjum, vórðu liðini styrkismett út frá úrslitunum í fjør. Tað vil siga, at eysturríkska Landhaus varð flokkað í fjórða og veikasta bólkinum, meðan KÍ var í triðja bólkinum.
Hesa ferð høvdu fleiri enn 32 feløg boðað frá luttøku. Tí var neyðugt við undanumfari, sum fýra feløg skulu spæla. Tey vóru ikki við í kappingini í fjør, og tey eru úr Kypros, Norðurírlandi, Slovenia og Aserbadjan.
Íslendska Breiðablik og danska Fortuna Hjørring eru í bólki saman við FC Bobrulchanka úr Hvítarusslandi og FC Codru Anenil Nol úr Moldova.
Teir átta bólkavinnararnir skulu spæla í fjórðingsfinaluumfarið. Í fjør varð ein dystur spældur á uttanveltaðum vølli. Hesa ferð verður spælt á heimavølli og útivølli.