Tá besta mansliðið hjá KÍ, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð tók lut í einari Champions League undankapping, var hetta ímóti lettiska liðnum, Skonto Riga.
Lagnunar speisemi vil tað soleiðis, at tað eru júst Rosenborg og Skonto Riga, sum KÍ-kvinnurnar kappast ímóti, tá tað kemur til at seta europeiskt met, fyri flest vunnin ligameistaraheiti í einum UEFA-limalandi.
Skonto Riga hevur europeiska metið við 14 vunnum ligameistaraheitum á rað. Árini 1991-2004 var Skonto einaráðandi í bestu lettisku fótbóltsdeildini. Rosenborg vann trettan ligameistaraheiti á rað, árini 1992-2004.
Vinna KÍ-kvinnurnar FM-heitið í 2012 og 2013, so seta tær norðurlendskt met, og vinna tær FM-heitið næstu trý árini, so seta tær europeiskt met. So má tíðin vísa, um AB-kvinnurnar fara at forða KÍ-kvinnunum í at fremja hetta bragdið?
Tað er líka stuttligt hvørja ferð
Liðskiparin hjá KÍ, Malena Josephsen er ikki í iva. Tað er líka stuttligt hvørja ferð at vinna føroyameistaraheiti, og ein kann ongantíð gerast troyttur av at vinna, sjálvt um talan er um tólv meistaraheiti á rað.
– Tað blívur stuttligari fyri hvørt ár, slær Malene Josephsen fast við 12-tumma seymi. Aftur hesaferð høvdu kvinnurnar gjørt eina serliga dystartroyggju. Við gullrandaðum tølum og bókstavum stóð at lesa á dystartroyggjunum hjá KÍ-kvinnunum, tá tær leygardagin vunnu 8-0 á HB á niðara vølli í Havn: »FM 12«.
– Nú eiga vit við árunum rættiliga nógvar slíkar stuttligar fótbóltstroyggjur, greiður Malena frá við einum stórum smíli.
Norðurlendska metið hjá Rosenborg við 13 meistaraheitum á rað, og tað europeiska metið hjá Skonto Riga við 14 meistaraheitum á rað standa fyri falli, um Malena Josephsen fær sín vilja:
– Nú eru vit so nær við málið, at nú fara vit eftir tí. Malena undirstrikar, at hon kennir seg enn unga, og er væl fyri. Hon hevur framvegis eina stóra spæligleði, og ætlar hon avgjørt at verða partur av liðnum hjá KÍ-kvinnunum, sum longu tóku metið hjá 66-liðnum hjá KÍ, tá tær vunnu meistaraheiti sætta árið á rað.
Fýra KÍ-kvinnur hava vunnið 12 FM
Fýra av KÍ-kvinnunum hava verið við til at vinna meistaraheitið øll 12 kappingarárini millum 2000 og 2011. Elsa Maria Simonsen, Paula Mikkelsen, Rannvá Andreasen og Malena Josephsen hava verið við til at vunnið øll 12 meistaraheitini hjá KÍ í bestu kvinnudeildini hesu árini síðani aldarskiftið.
Tær fýra kvinnurnar hava sostatt vunnið líka nógv ligameistaraheiti, sum walisiska fótbóltslegendan, Ryan Giggs, sum hevur vunnið 12 ensk ligameistaraheiti við Manchester United. Enn hava Elsa Maria Simonsen, Paula Mikkelsen, Rannvá Andreasen og Malena Josephsen ein langan veg til at koppa norska Roar Strand, sum hevur vunnið heili 16 norsk ligameistaraheiti við Rosenborg millum 1990 og 2010. Men hvør veit, um Elsa Maria Simonsen, Paula Mikkelsen, Rannvá Andreasen og Malena Josephsen ikki fara at seta sær sum persónligt mál at koppa persónliga metinum hjá Roar Strand, sum er tann fótbóltsspælarin, sum hevur vunnið flest ligameistaraheiti? Livst so spyrst?
Móðir og dóttir trívast sum liðfelagar
Bára Skaale Klakstein og Eyðvør Klakstein eru móðir og dóttir, og liðfelagar á kvinnuliðnum hjá KÍ. Spurdar um hvussu tað er at verða liðfelagar, svarar mamman, Bára Skaale Klakstein fyrst:
– Tað er heilt fantastiskt. Tað er ein framúr kensla. Tað er óbeskriviligt, slær Bára fast. Dótturin, Eyðvør er samd við mammuni:
– Tað er ordiliga stuttligt. Tað eru ikki nógvar, sum sleppa at royna tað, staðfestir Eyðvør, sum kennir tað sum ein stóran forrætt at hava mammuna, sum liðfelaga. Bára tekur eitt ár í senn, og hon vónar at gerast partur av hópinum komandi ár. Fótbólturin fyllir nógv hjá Eyðvør, sum spælir bæði á besta kvinnuliðnum hjá KÍ, og á liðnum gentur 14-17 ár. Eyðvør venur fótbólt upp til fimm ferðir um vikuna, og spælir minst tveir dystir um vikuna. Spurdar um hvør av teimum gevur góð á ráð á leikvøllinum, svarar Bára:
– Vit royna at hjálpa hvørjum øðrum, men viðhvørt royni eg at siga okkurt við Eyðvør. Heima við hús tosa møðgurnar onkuntíð um tað, sum er hent undir einum dysti, men tær taka tað annars ógvuliga avslappað.