Ikki hevur verið nógvur spenningur um gullið í bestu kvinnudeildini í ár. Men KÌ og viðhaldsfólk teirra kunnu umframt at frøast um gullið, eisini frøast um, at KÍ-kvinnurnar við sínum níggjunda meistaraheiti á rað, hava javnað metini hjá Celtic Glasgow, Glasgow Rangers og Dynamo Kiev. Við sínum 9 meistaraheitum, árini 2000 til 2008 eru KÍ-kvinnurnar komnar í eitt veruliga fínt selskap. Celtic vann 9 skotsk meistaraheiti á rað, árini 1966-1974. Rangers vann eisini 9 skotsk meistaraheiti á tað, árini 1989-1997. Dynamo Kiev vann 9 ukrainsk meistaraheiti á rað, árini 1993-2001. Vinna KÍ-kvinnurnar FM næsta ár, so eru tær farnar framvið hesum prominentu fótbóltsliðunum. Eitt fitt pettið er tó upp til norska liðið, Rosenborg, sum vann 13 norsk meistaraheiti á rað, árini 1992-2004. Men í skrivandi stund er lítið, sum bendir á, at KÍ-kvinnurnar ikki eisini koppa metinum hjá Rosenborg. Tilgongdin frá yngru kvinnuliðunum hjá KÍ talar heldur ikki ímóti, at KÍ í 2013 fer at seta met. Ì morgin spæla KÍ-kvinnurnar sín seinasta landskappingardyst ímóti Skála. Dysturin byrjar kl. 14. Aftaná dystin fáa KÍ-kvinnurnar FM-steypið handað. Portalurin ynskir KÍ-kvinnunum hjartaliga tillukku við suverena meistaraheitinum.










