Dagarnar frá 22. til 28. august skulu KÍ-kvinnur luttaka í bólkaspæli í Champions League kappingini hjá UEFA. Kappingin varð spæld fyrstu ferð í 2000, og KÍ er einasta liðið í Europa, sum hevur luttikið í kappingini øll árini.
Í dag hevur lutakast verið til bólkaspælið, og bólkurin hjá KÍ kom at síggja soleiðis út:
Stjarnan (Ísland)
ZNK Osijek (Kroatia)
KÍ (Føroyar)
ZFK SC Istatov (Makedonia)
Øll liðini spæla ímóti hvørjum øðrum, og vinnarin - og besti 2’arin í bólkaspælinum sum heild - fer víðari í kappingini.
Kappingin verður spæld í Kroatia.