Kóka vatnið í Havn og Kollafirði

Bert tvær vikur eftir at havnarfólk fingu boð um at kóka vatnið, er kommunan aftur úti við tilráðing um at kóka drekkivatnið.

Orsøkin til, at heitt verður á havnafólk um enn eina ferð at kóka vatnið, stavar frá, at vatnkanningar, sum í løtuni verða gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, geva ábendingar um smáar nøgdir av bakterium í drekkivatninum. Talan er um sulfit reducerandi bakteriur og enterokokkar. Ávaringin er galdandi fyri alt drekkivatn frá reinsiverkunum í Villingardali og Havnardali, og ávaringin um drekkivatnið í Kollafirði er enn galdandi.

Lært frá seinast
Heðin Mortensen borgarstjóri sigur við Sosialin, at hesaferð hava tey lært av mistøkunum frá seinast, og eru úti við ávaringini beinanvegin.
- Fyri at tað ikki skal endurtaka seg, at kanningarúrslit ikki verða kunngjørd fyrr enn fleiri dagar eftir at tey fyriliggja, fara vit út við ávaringini beinanvegin. Tað lovaðu vit seinast og tað halda vit, sigur borgarstjórin, sum eftir seinastu hending endurskoðaði mannagongdirnar í sambandi við ávaringar um vatndálking í kommununi. Sostatt hava Fiskavirking og ellisheim møguleika fyri at taka neyðug fyrilit, greiðir borgarstjórin eisini frá. Tað verða eini 2-3 dagar áðrenn kanningarúrslitini fyriliggja
Vatnið skal kókast í 2 minuttir við 100 stig og lýst verður aftur, tá kanningin er liðug.