TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen aftaná 4-0 stórsigurin hjá KÍ ímóti TB á heimavølli í Klaksvík í dag.
Hóast greiða sigurin, so kendi Jonas Flindt Rasmussen seg ikki tryggan fyrrenn KÍ skoraði til 3-0 tá 62 minuttir vóru farnir. Stutt aftaná var KÍ á odda 4-0, og tá var tað bara at koyra dystin heim. KÍ fekk eina dreymabyrjan við tveimum málum frá Súna Olsen, men aftaná 2-0 málið tóku KÍ-ararnir tað kanska heldur róligt, sambært liðskiparanum. Jonas Flindt Rasmussen heldur, at teir áttu at havt sett tingini uppá pláss nógv fyrr við at skora uppá fleiri av málmøguleikunum, sum teir høvdu í dystinum.
Nú gleðir Jonas Flindt Rasmussen seg til steypafinaluna ímóti Víkingi, sum hann væntar verður ein ordilig mannfólkauppgerð.