KÍ hevur fingið nýggjan verjuspælara

KÍ hevur funnið avloysaran fyri Marko Dusak, sum er givin í felagnum

Í farnu viku gjørdist greitt, at Marko Dusak gevst í KÍ. Kroatiski miðverjin hevði í eina tíð eitt ynski um, at sleppa aftur familjuna í heimlandinum. Nú hevur KÍ fingið ein avloysara fyri marko Dusak, skrivar Norðlýsið.

 

Talan er um 32 ára gamla Predrag Pocuca, sum somuleiðis frá Kroatia. Hann er 32 ára gamal, 1,87 metur høgur og spælir í miðverjuni. Seinastu tíðina hevur hann spælt í næstbestu deildini í Serbia, skrivar Norðlýsið.

 

Sáttmálin er fyribils galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum og komandi kappingarári. Mett verður tó ikki, at hann verður tøkur til Europa League dystirnar móti Zalgiris úr Litava. 

 

KÍ spældi seg í farnu viku víðari til 1. umfar í Europa League, eftir at hava vunnið á samanlagt á Birkirkara av Malta. Týskvøldið skal KÍ spæla móti Zalgiris í Gundadali. Norðlýsið skrivar eisini, at fleiri ivamál eru í hópinum hjá KÍ. Eitt nú er ivsamt um Semir Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð og Deni Pavlovic verða tøkir.

 

FM1 sigur frá dystinum týsdagin.