Klaksvík: Á spæliplássinum í Jørundsgøtu er ein heilt serligur málningur við KÍ-hetjum komin at hanga á einum veggi, sum fyrr var grátt betong. Armgarð Absalonsen, ið hevur serligar gávur at mála, hevur síðani í summar arbeitt hjá býargartnaranum, sum m.a. hevur kommunalu spæliplássini um hendi, skrivar heimasíðani hjá Klaksvíkar kommunu.
Tað er í hesum sambandi, at Armgarð hevur myndprýtt henda veggin. Fyrsta verk hennara var spæliplássið í Mylnutúni, sum er prýtt við blómum og fuglum, og nú hevur hon málað KÍ?hetjur við sparkivøllin á spæliplássinum í Jørundsgøtu.
Armgarð hevur málað nakrar av størstu profilunum í KÍ søguni, og dentur hevur verið lagdur á seinastu 20 árini. Einasta umboð fyri ta heilt gomlu tíðina er John Reid Bjartalíð, sum hinvegin er sera ásýniligur í myndini.
Hinir profilanir eru Kurt Mørkøre, Rógvi Jacobsen, Olgar Danielsen, Harley Bertholdsen, Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen, Kristoffur Jakobsen og Rannvá Andreasen.
- Eg vóni, at málningurin verður væl móttikin og fær frið at hanga. Hvør veit, kanska kann hann verða til íblástur til øll børn og ung, dreingir sum gentur, sum vanliga brúka spæliplássið í Jørundsgøtu, sigur býargartnarin Hans Hjalti Skaale.