Fótbóltur
Annað umfar í fótbóltskappingini hjá kvinnum varð leikt um vikuskiftið, og hesa ferð var talan um tveir avbera spennandi dystir. VB var fýra minuttir frá at fáa stig í Klaksvík, meðan B36 við 10 leikarum bardi seg upp á javnt móti HB, fyri síðani at síggja møguleikan fyri stigum hvørva.
Glapp hjá VB
Í Klaksvík var KÍ helst greiður favorittur undan heimadystinum móti VB, og at byrja við sá eisini út til, at heimaliðið skuldi vinna stigini. Eftir fáum minuttum hevði Malenda Josephsen nevnliga lagt heimaliðið framum, og eina løtu eftir hetta helt KÍ eisini á at trýsta oman móti VB málinum.
Tað eydnaðist tó vágbingunum at verja fyri trýstinum, og talan var framvegis bert um hitt eina málið, tá farið varð til hálvleiks.
KÍ royndi eisini at trýsta seg til fleiri mál í seinna hálvleiki, men brádliga svaraði VB aftur. Marita Joensen átti seinasta fótin á eftir VB álop, og við bert fýra minuttum eftir at spæla, var nú líkt til, at heimaliðið kortini mátti lata stig frá sær.
Um tað var, tí VB nú kannaði sær bitan ov skjótt, skal ikki verða staðfest, men í øllum førum nýtti KÍ ikki langa tíð um at gera bart, at tær vildu hava stigini. Bólturin varð givin upp, og eftir at Vivian Bjartalíð hevði rikið seg oman á VB hálvuna, spældi hon víðari til eina leysa Malenu Jospehsen, og toppskjúttin í landskappingini tók av alt fyri eitt.
Eyðfríð bjargaði HB
Í Gundadali var lokaluppgerð millum tey bæði stóru havnarfeløgini, og ikki kann sigast annað enn, at talan her gjørdist um ein dyst av teimum heilt lívligu.
Fyri HB kundi dysturin valla fingið eina verri byrjan, tí eftir bert tveimum minuttum var B36 á odda, eftir at HB verjuspælari sjálv átti seinasta fótin á.
Støðan helt sær nakað væl inn í fyrra hálvleik, men seinna helmingin av hesum ekploderaði HB. Kristina Eyðbjørnsdóttir javnaði fyri roknskapin, og síðani skutu Lydia Vesturtún og Eyðfríð Kristiansen hvør sítt mál.
Í seinna hálvleiki sá eisini út til, at nú var leyst og liðugt hjá HB. Ikki bert førdu tær við tveimum málum, men B36 varð eisini skert, tá Elsebeth Jónsson fekk reyða kortið fyri at nýta neyðbremsuna móti Eyðfríð Kristiansen.
Hetta fekk tó bara B36 liðið til at bíta tenninar saman, og tað eydnaðist teimum eisini at skapa spenning í aftur dystin. Fyrst minkaði Súnfríð Simonsen um munin, og tá Sólvá Joensen so eisini javnaði fyri tær hvítu, tóktist skelkurin hjá HB at vera fullkomin.
Eyðfríð Kristiansen hevði tó ikki á nakran hátt mist móti, og tað var eisini fyrst og fremst hon, sum syrgdi fyri einum sigri til HB. Við tveimum málum seinastu løtuna tók hon seinastu luftina úr B36 trýstinum, soleiðis at tað í tølum kortini gjørdist til ein hampuliga tryggan HB-sigur.
KÍ-VB 2-1 (1-0)
1-0: Malenda Josephsen 3.
1-1: Marita Joensen 86.
2-1: Malena Josephsen 87.
B36-HB 3-5 (1-3)
1-0:sjálvmál 2.
1-1: Kristina Eyðbjørnsdóttir 24.
1-2: L;ydia Vesturtún 33.
1-3: Eyðfríð Kristiansen 42.
2-3: Súnfríð Simonsen 67.
3-3: Sólvá Joensen 74.
3-4: Eyðfríð Kristiansen 78.
3-5: Eyðfríð Kristiansen 81.