Teir hava báðir vunnið FM og steypakappingina fyri ávikavist KÍ og HB seinast í 20. øld, og teir eru pápar til spælarar sum eru í hópinum og rundan um hópin hjá KÍ og HB í dag.
Talan er um Jan B. Andreasen, ið er pápi Jákup B. Andreasen sum er ein av stuðulsleikarunum hjá KÍ í dag, og Gunnar Mohr sum er pápi Hera H. Mohr, ið eigur nakrar dystir á besta liðnum hjá HB.
Jan B. Andreasen og Gunnar Mohr staðfesta, at dystirnir millum KÍ og HB eru nakað heilt serligt. Gunnar Mohr greiðir frá, at sjálvt um kappingin kann verða hørð á vøllinum, so eru gomlu spælararnir hjá liðunum sera væl uttanfyri vøllin, og fáa ofta nógv góð prát.
Báðir forsøma sjáldan ein heimadyst hjá KÍ ella HB, og teir royna at ferðast til útidystirnar eisini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktssamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jan B. Andreasen og Gunnar Mohr í hølunum hjá KÍ á loftinum í KÍ-høllini, og hoyr hvat gomlu legendarnir tippa og meta um dystin millum KÍ og HB við Djúpumýru, ið byrjar klokkan 18 í kvøld. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
HERber til at hoyra upptaktssamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Tummas Lervig, formann í KÍ og Thomas Juul S. Thomsen, nevndarlim í HB.