KÍ-høllin gevur Mjølnir ein heimavallarfyrimun

(Rás2) Hoyr Guðrun Joensen hjá KÍF siga sína meining um steypahálvfinalu-leikvøllin

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Óli G. Samuelsen gjørdi við Guðruna Joensen hjá KÍF aftaná hon og liðfelagarnir í KÍF høvdu tapt 0-3 til Fleyr í Gundadalshøllini fyrr í dag. Settmunurin var 25-23, 25-22 og 25-12.

 

Guðrun Joensen ásannar, at triðja settið var illa frágingið av KÍF, men hon heldur avgjørt, at tær vóru væl við í fyrsta og í øðrum setti.

 

Prátið við Guðruna Joensen snúði seg tó mest um, at FBF hevur valt KÍ-høllini sum leikvøll til allar hálvfinalurnar í steypakappingini. Hóast KÍF ikki er partur av hálvfinalunum hevur Guðrun Joensen eina meining um tað, sum flogbóltsfólkið í Føroyum tjakast nógv um.

 

Guðrun Joensen heldur, at KÍ-høllin gevur báðum Mjølnir-liðunum ein heimavallarfyrimun, og hon nevnir Eiði og Kollafjørð sum nógv meira hóskandi støð til hálvfinalurnar í steypakappingini.