Men hesi tíðindini eru ikki váttað enn.
– Ja vit fyrireika okkum upp á, at dystur verður. Vit fáa ikki gjørt annað, og so bíða vit til endalig avgerð verður tikin. Og ja, vit hava frætt gjøgnum miðlarnar, at ein í hópinum hjá teimum skal vera staðfestur positivur við koronu, og tað eri eg keddur av at hoyra, men vit vita so einki meira og hava einki alment fingið at vita frá nøkrum, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Sum skilst eru slovakarnir rættiliga misnøgdir við tað, sum í løtuni fer fram. Spurdur um hetta hevur ávirkað samskifti millum KÍ og umboðini frá Slovan Bratislava, sigur Tummas Lervig:
– Nei, eg havi tosað við varaforsetan í felagnum úti á vøllinum í morgun, og vit fingu eitt gott prát. Sum okkum líkt, so tosaðu vit um veður og vind, og hann var hugtikin av landinum við sól í Vágum og regni í Klaksvík í gjár. So nei, vinarlagið er har, men tað eru onnur ting, sum stýra hesum í løguni, segði Tummas Lervig í samførðu við FM1.