- Viðhvørt fær ein fríspørkini ímóti sær, og viðhvørt fær ein fríspørkini við sær. Fyri Jákup B. Andreasen, miðvallara hjá KÍ kendist tað, sum hetta var dagurin tá KÍ fekk fríspørkini ímóti sær, tá KÍ í dag spældi javnleik 2-2 ímóti B36 norðuri í Klaksvík.
KÍ-arnir vóru ikki nøgdir við frísparkið, sum førdi til, at Oddmar Færø javnaði til 2-2. Jákup B. Andreasen staðfestir, at B36 er tvífaldur føroyameistari, og er eitt sterkt lið.
Nú gera Jákup B. Andreasen og liðfelagarnir klárt til at spæla ímóti AB á Argjum komandi sunnudag, og hann staðfestir, at tað verður eisini ein torfør uppgáva á útivølli.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup B. Andreasen aftaná 2-2 javnleikin ímóti B36 fyrr í dag.










