Fótbóltur
Fótbóltslagið var gott í Klaksvík í gjár, og orsøkin var eyðsýnd. Við 2-1 sigrinum á B36 lyftu Eyðun Klakstein og hansara menn sær eitt sindur burtur frá niðurflytingarstrikuni, og harafturat er tað ikki á hvørjum degi ella ári, at KÍ vinnur fulla úrtøku á heimavølli ímóti B36.
Meiri neyvt sagt so eru tað knappliga átta ár síðani, at klaksvíkingar - við fyrrverandi B36 venjaranum, Tomislav Sivic, við róðrið – seinast vunnu heimasigur á B36. Tað var 10. september í 2000, og úrslitið ta ferðina var eisini 2-1.
Fyrsti málskjúttin fyri átta árum síðani var Heðin á Lakjuni, sum í 30. minutti legði heimaliðið framum. Fyrsti málskjúttin í gjár var eisini Heðin á Lakjuni. Hesa ferð vóru 20 minuttir farnir, tá ið hann setti hol á: Harley Bertholdsen, sum var drúgvur á høgra vongverja, legði innfyri, og Kristoffur Jakobsen vann fríspark. Heðin sendi flatt úti við stólpan, og Meinhard Joensen noyddist í málið eftir bóltinum, meðan heimafólkið fegnaðist.
Spentar støður frammanfyri málunum eru besta borgan fyri fótbóltsundirhaldi, og hesa ferð vóru nógvar spentar støður frammanfyri málunum: Meinhard blokeraði við beininum, tá ið John Hammer, ið hesa ferð var á miðvøllinum í høgru, og miðvallarin Kristian á Lakjuni royndu seg úr góðum støðum, og Jákup Mikkelsen vísti landsliðsstøði við at parera til horna, tá ið Santos hevði sneitt seg ígjøgnum og royndi ímóti málinum.
Stutt undan steðginum sendi Hanus Thorleifsson bóltin á samankomingina, og í 2. hálvleiki vóru málmøguleikarnir ikki so nógvir og stórir, tá ið B36 legði trýst á, og heimaliðið varð trýst – ivaleyst longri enn teir høvdu ætlað – aftur á vøllin.
- B36 hevði bóltin meiri, men eg haldi ikki, at teir megnaðu at spæla seg til upplagdar møguleikar. Jákup var væl fyri í málinum, og spælararnir vóru uppsettir, konsentreraðir og ofraðu seg, staðfesti væl nøgdi Eyðun Klakstein eftir dystarlok. Hann mintist væl 2-1 sigurin í 2000, tí tá var hann sjálvur millum spælararnar.
- 2-0 málið hjá Rodrigo kom sera væl við hjá okkum. Vit vunnu bóltin, tá ið teir vóru á veg í álop, Kristoffur Jakobsen legði innfyri úr vinstru, og Rodrigo, sum var sera væl upplagdur, stýrdi bóltin í málið, greiðir væl nøgdi KÍ venjarin frá.
Hvussu nú?
- Allar uppgerðirnar eru tættar, og vit sóu ímóti B36, hvussu smáir marginalirnir eru. Eftir at Klæmint Matras hevði minkað um munin við skoti úr brotsteiginum, hevði B36 møguleikar at javna til 2-2, men vit høvdu eisini møguleikar at økja um leiðsluna. Vit skulu fríggjakvøldið til Gøtu, og so eiga vit heimavøll ímóti NSÍ og Skála. Talan er um uppgerðir, har vit kunnu fáa góða úrtøku, men skal tað eydnast, so skulu vit arbeiða nógv og hart, sleppa undan mistøkum og hava marginalirnar við okkum, staðfesti væl nøgdi KÍ venjarin eftir heimasigurin á B36. Tann fyrsti í átta ár!